Jólatorv

Jólatorv

Vit, sum vóru børn í Svínoy í sjeyti-árunum, fingu um endan á eini farandi tíð í Føroyum. Soleiðis føli eg tað í hvussu so er sjálvur. Føroyska samfelagið var í menning, og vegir høvdu longu tá knýtt mangar av bygdunum á teimum størru oyggjunum saman í eitt vegakervi, ið gjørdi tað lættari hjá fólki at ferðast millum bygdirnar. Í Svínoy var øðrvísi. Her sigldi postbáturin kanska ein túr um dagin, og summar dagar kanska slettis ikki. Eg minnist tó einki til, at vit keddu okkum fyri tað. Bygdin var okkara heim, okkara verð. Her sóu vit ljósið av fyrstan tíð, og her lærdu vit at kenna mangt av tí, ið kanska eyðkendi ta gomlu tíðina í føroyum. Nógv av tí gerandisliga, ið kanska longu var horvið nógva aðrastaðni í landinum. Eg hugsi her millum annað um tað at hava hønur rennandi um túnini og eina kúgv beljandi í kjallaranum. Eg veit ikki hvussu vanligt hetta hevur verið í øðrum bygdum um hesa tíðina, men í svínoy var hetta rættiliga vanligt. Høsn vóru at kalla í hvørjum húsi, og hóast ikki øll høvdu kúgv, so høvdu tó rættiliga mong eina belju standandi á bási í kjallaranum. Tað var tí sjálvsagt neyðugt at sópa viðhvørt, so at breiða á bøin tøð undan neytunum kendu tey flestu til.

   Bøurin var eisini ein sonn oasa við ríkum fuglalívi og tutlandi áum, ið smoygdu sær millum teigar og gil, meðan sóljur og aðrar blómur stóðu so vakrar fram við bakkunum og lýddu á áarljóðið. Hetta var um várið og summarið, tá alt stóð í bjørtum blóma. Um veturin kundi frostið stundum leggja stórar partar av áunum undir í gleri, men bøurin var fyri tað ein frístaður hjá okkum øllum. Ja, hann var ikki bara ein frístaður, men ein heilur heimur fyri seg sjálvan. Eg ivist ikki í, at mong, ið minnast tíðina, tá bøurin var fríur og frælsur, bera mong minni við sær frá ríkum stundum í bøi og fram við áum.

  Um hesa tíðina var eisini púra vanligt at skera torv í Svínoy. Í mai og juni sortnaðu heiðarnir og vit børn bóru burtur, meðan tey vaksnu skóru. Vit fingu tó eisini loyvi til at spæla á heiðini. Kanska ganga oman við onkrari á, fyri at vita um vit sóu okkurt sílið. Tað var serliga eysturi í Langagrønu, at tað mesta torvið varð skorið, men eisini varð tó skorið uppi í Botni,  á Lítlamørkhjalla og aðrastaðni við.

     Torvtíðin í Svínoy er ikki heilt av enn. Eysturi í Langagrønu kann framvegis berast á,  at menn síggjast vera í torvi um sumrarnar, hóast oljufýring er í húsinum.

   Ja, vit fingu um endan á eini farandi tíð. Tað sigi eg, tí hetta var ein partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu í bygdini upp gjøgnum sjeyti-árini, og hjá mongum vardi tað væl inn í áttati-árini. Eg vil halda, uttan tó at vita tað, at í flestu bygdum var hetta longu ein farin tíð tá. Á útoyggjum, og í avbyrgdum bygdum annars, hevur hendan tíðin kanska vart longri enn inni á meginøkinum.

Eg havi hug, nú komið er inn í adventina, at hugleiða eitt sindur um, hvussu vit hugnaðu okkum í adventini, meðan jólini nærkaðust.

   Tá vit vóru vorðin eitt sindur stór børn, kundu vit finna uppá at fara eftir jólatorvi. Hetta var um kvøldarnar, tá veðrið var gott. Kanska var mánalýsi og stjørnurnar glinsaðu á luftini. Vanligt var, at vit gingu inn til hvønn annan og spurdu hvør vildi koma við. Tá so flokkurin av børnum og ungum var savnaður fóru vit til gongu, og tað varð vanliga farið eystur í Langagrønu. Vegur varð gjørdur hagar longu í tríati-árunum, haldi eg, og í fimmti-árunum varð hann vist longdur eitt sindur. Hagar var tí gangandi, eisini um tað var myrkt, og farast kundi við trillubøru. Tey flestu høvdu eisini tað mesta av torvinum í Langagrønu, har tað var lagað í torvhús. Tað vóru nógv torvhús í Langagrønu, og summi av teimum stóðu tætt við vegin. Tá var lætt og skjótt at fylla sær sekkin ella leypin við góðum svínoyartorvi. Okkara torvhús stóð tó eitt sindur burtur frá vegnum. Tað kundi kanska tá tykjast at vera eitt sindur tvørligt at ganga eftir hónum, ið kundi vera óslættur, men lykt høvdu vit við okkum, so tað hjálpti. Hugnaligt var tað eisini at ganga har á heiðini; síggja gøtuljósini á Fugloynni, meðan stjørnurnar glitraðu so bjartar á himinum, og mánin kanska kagaði undan einum fjallatindi. Komin til torvhúsið verður lýst inn, og har liggja torvurnar, ið minna okkum á løturnar um summarið, tá torvið varð skorið og turkað og síðani borið inn.

   Tá øll vóru savnað aftur, kundu vit finna uppá at lýsa við lyktunum yvir móti Fugloynni og blinka við teimum. Spennandi var at vita, um fugloyingar kanska varnaðust okkum og fóru at blinka aftur  til okkara við gøtuljósunum. Onkuntíð, haldi eg, at teir blinkaðu aftur, og tá vóru vit sera fegin, tí nú høvdu tey sæð okkum á Fugloynni.

   Á vegnum heimaftur kundu vit tosa um mangt og hvat. Práta  um jólini og adventuna, og fortelja  søgur av ymiskum slag. Tað, sum kortini er klárast í minninum, eru jólasangirnir, ið vit sungu. Har gingu vit, børn og hálvvaksin, heim av heiðini eitt stjørnuklárt kvøld í adventini og tóku til at syngja teir góðu, gomlu og vælkendu jólasangirnar, vit høvdu lært í skúlanum.  “Gleðilig jól”, “Føgur er foldin”, “Fagur himin er at sjá”, “Himmalsins hørpur tóna hátt” , “Jól hava einglaljóð”.- hetta fyri at nevna nakrar úr rúgvuni.

     Har gingu vit so í kvøldarmyrkrinum heim av heiðini og sungu hesar kæru jólasálmar um glampandi stjørnur í forðum, samstundis sum vit sjálv kundu síggja stjørnurnar glinsa á luftini í vøkrum mánalýsi. Ja, tá kendist tað næstan, sum vóru vit millum hirðarnar á Betlehems fløtum og hoyrdu einglarnar syngja.

    Tað kundi vera frost undir fótinum, meðan vit syngjandi nærkaðust bygdini. Kanska hingu glerpípur í homrum og úthúsatekjum, og kanska hoyrdu vit, at tað var ikki heilt kyrt í víkini - brimið sjóvaði við strendurnar - og kanska fór einki samband at vera við hinar oyggjarnar teir komandi dagarnar, tí ikki var postkyrra, hvørki í víkini ella á eiðinum, men tað tók ikki jólagleðina frá okkum.

   Mær rennur í huga eitt ørindi úr jólasanginum hjá Símuni av Skarði “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt við himmalskum gleðiljóði”.  Har á Skarði man hann hava kent til mangt av tí sama, sum vit, ið búleikaðust í Svínoy og á øðrum útoyggjum, hava kent til. Kavi kundi vera í bjørgum og skorum, brimið kundi forða fyri øllum sambandi til aðrar bygdir, men tað kundi ikki køva jólagleðina, ið er djúpri enn so. Hann tekur soleiðis til í einum ørindi: “Ei brim við strond, ei ísur í skor kann Jesusi forða vegin; hann stígur inn for fátæksmans borð, har lítil er jólagleðin”.

   Væl nøgd við eina hugnaliga ferð á heiðini eftir jólatorvi undir glampandi stjørnum og mánalýsi komu vit aftur til húsa, syngjandi jólasálmar og glað í sinni.

   Eg haldi ikki, at slíkar løtur kunnu keypast fyri pening.

  

Sigmar Høgnesen 06.12.2018 20:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

Jenny Lydersen 07.12.2015 09:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

Mikkjal Olsen 06.12.2015 20:56

So satt, so satt íð tú skrivar

| Svar

Nyeste kommentarer

06.12 | 20:40

Òføra væl skrivað. 🇫🇴

07.12 | 09:11

Takk fyri vakra hugleiðing. Eg minnist eisini løturnar eftir torvi, ein farin, men minnisrík tíð.

06.12 | 20:56

So satt, so satt íð tú skrivar

03.12 | 12:25

Frítíðarhús hjá M.O. úti á Bø í Svínoy, - bygd 1862.