Ætlanin er, at síðan skal hava bæði tekst og myndir, og nú eru eftir hondini lagdar fleiri myndir út á heimasíðuna. Harumframt er nú eisini eitt sindur av teksti at finna á síðuni. Eg vóni framvegis, at greinar og yrkingar fara at verða ein natúrligur partur av síðuni, og at tit, ið vitja her, kunnu hugna tykkum við at njóta tað tilfar, ið her er at finna- bæði myndir og tekst. Allar myndirnar á heimasíðuni eru mínar egnu. Um tað í framtíðini verður so, veit eg ikki, men eg vænti tó, at í hvussu so er tær flestu myndirnar verða mínar egnu.