Eg havi hug, nú komið er inn í adventina, at hugleiða eitt sindur um, hvussu vit hugnaðu okkum í adventini, meðan jólini nærkaðust.
Tá vit vóru vorðin eitt sindur stór børn, kundu vit finna uppá at fara
eftir jólatorvi. Hetta var um kvøldarnar, tá veðrið var gott. Kanska var mánalýsi og stjørnurnar glinsaðu á luftini. Vanligt var, at vit gingu inn til hvønn annan og spurdu hvør vildi
koma við. Tá so flokkurin av børnum og ungum var savnaður fóru vit til gongu, og tað varð vanliga farið eystur í Langagrønu. Vegur varð gjørdur hagar longu í tríati-árunum,
haldi eg, og í fimmti-árunum varð hann vist longdur eitt sindur. Hagar var tí gangandi, eisini um tað var myrkt, og farast kundi við trillubøru. Tey flestu høvdu eisini tað mesta av torvinum í Langagrønu,
har tað var lagað í torvhús. Tað vóru nógv torvhús í Langagrønu, og summi av teimum stóðu tætt við vegin. Tá var lætt og skjótt at fylla sær sekkin
ella leypin við góðum svínoyartorvi. Okkara torvhús stóð tó eitt sindur burtur frá vegnum. Tað kundi kanska tá tykjast at vera eitt sindur tvørligt at ganga eftir hónum, ið
kundi vera óslættur, men lykt høvdu vit við okkum, so tað hjálpti. Hugnaligt var tað eisini at ganga har á heiðini; síggja gøtuljósini á Fugloynni, meðan stjørnurnar glitraðu
so bjartar á himinum, og mánin kanska kagaði undan einum fjallatindi. Komin til torvhúsið verður lýst inn, og har liggja torvurnar, ið minna okkum á løturnar um summarið, tá torvið varð
skorið og turkað og síðani borið inn.
Tá øll vóru savnað
aftur, kundu vit finna uppá at lýsa við lyktunum yvir móti Fugloynni og blinka við teimum. Spennandi var at vita, um fugloyingar kanska varnaðust okkum og fóru at blinka aftur til okkara við gøtuljósunum. Onkuntíð, haldi eg, at teir blinkaðu aftur, og tá vóru vit sera fegin, tí
nú høvdu tey sæð okkum á Fugloynni.
Á vegnum heimaftur kundu
vit tosa um mangt og hvat. Práta um jólini og adventuna, og fortelja søgur av ymiskum slag. Tað, sum kortini er klárast í minninum, eru jólasangirnir, ið vit sungu. Har gingu
vit, børn og hálvvaksin, heim av heiðini eitt stjørnuklárt kvøld í adventini og tóku til at syngja teir góðu, gomlu og vælkendu jólasangirnar, vit høvdu lært í
skúlanum. “Gleðilig jól”, “Føgur er foldin”, “Fagur himin
er at sjá”, “Himmalsins hørpur tóna hátt” , “Jól hava einglaljóð”.- hetta fyri at nevna nakrar úr rúgvuni.
Har gingu vit so í kvøldarmyrkrinum heim av heiðini og sungu hesar kæru jólasálmar um glampandi stjørnur í
forðum, samstundis sum vit sjálv kundu síggja stjørnurnar glinsa á luftini í vøkrum mánalýsi. Ja, tá kendist tað næstan, sum vóru vit millum hirðarnar á Betlehems
fløtum og hoyrdu einglarnar syngja.
Tað kundi vera frost undir fótinum,
meðan vit syngjandi nærkaðust bygdini. Kanska hingu glerpípur í homrum og úthúsatekjum, og kanska hoyrdu vit, at tað var ikki heilt kyrt í víkini - brimið sjóvaði við strendurnar
- og kanska fór einki samband at vera við hinar oyggjarnar teir komandi dagarnar, tí ikki var postkyrra, hvørki í víkini ella á eiðinum, men tað tók ikki jólagleðina frá okkum.
Mær rennur í huga eitt ørindi úr jólasanginum hjá Símuni
av Skarði “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt við himmalskum gleðiljóði”. Har á Skarði man hann hava kent til mangt av tí sama, sum vit, ið búleikaðust í Svínoy og á øðrum útoyggjum, hava kent til. Kavi kundi vera í bjørgum og skorum,
brimið kundi forða fyri øllum sambandi til aðrar bygdir, men tað kundi ikki køva jólagleðina, ið er djúpri enn so. Hann tekur soleiðis til í einum ørindi: “Ei brim við strond,
ei ísur í skor kann Jesusi forða vegin; hann stígur inn for fátæksmans borð, har lítil er jólagleðin”.
Væl nøgd við eina hugnaliga ferð á heiðini eftir jólatorvi undir glampandi stjørnum og mánalýsi komu vit aftur til húsa,
syngjandi jólasálmar og glað í sinni.
Eg haldi ikki, at slíkar
løtur kunnu keypast fyri pening.