Hvøllur var lúðurin
Tað rennur ein á fyri handan garð,
í ánni er erji og síl –
eg sá teg ein dag fyri handan á,
títt hár og títt smædna smíl.
Regin Dahl
Tað var
ikki sørt, at spenningurin øktist, so hvørt sum vit nærkaðust staðnum. Bussurin við okkum føroyingum úr dansifelagnum Tøkum Lætt fann sær veg millum tættbygd hús og koyrdi
eftir smølum gøtum, meðan vit sótu og slotaðu eftir onkrum, ið kundi geva okkum eina ábending um, at vit vóru á rættari leið. Vit vistu, at hetta stað lá sunnan fyri franska markið,
eitt hanagleiv inni í Spaniulandi, men nær fóru vit um markið? Meðan eg siti í bussinum mest sum í øðrum heimi og eygleiði neyt og seyð á biti og síggi franskt bygdarlív
fara framvið, hoyri eg tutlan í bussinum um, at nú eru vit í Spanien. Vit eru farin um markið. Onkur hevði sæð eitt merki, ið boðaði frá hesum.
Nú nærkaðist av álvara, men hetta stað í Pýruneunum er 1000 metrar hægri enn sjóvarmálin, so bussurin mátti enn lyfta seg upp gjøgnum skógvaksnar fjallalíðir,
har vegurin buktaði seg í krøppum svingum millum runnar og trø, ið stóðu so reyst við vegjaðaran og eygleiddu okkum, ið vóru komin alla hesa longu leið norðan úr Atlantshavi fyri at
vitja eina stund á hesum – fyri okkum- so søguljómandi stað.
Meðan bussurin varisliga lyftir
seg hægri og hægri upp móti hesum staði, er tað sum eitt fjart dun av vaksandi sjóvarilsku er farið at leika í huga mínum. Tað er sum gerst tað sterkari og harðari, so hvørt sum vit nærkast
staðnum. Samstundis myndast í huganum farvegurin av grýtutum skørðum og dimmlittum fjallatindum, sum daga móti skýklæddum himni. Tað er illveður í luftini, og vaksandi stormur er í ferð
við at leggja ein froða av skúmi á tær alsamt vaksandi aldurnar, ið nú eru farnar at bróta móti gjarvaksnum klettum og urðargróti.
Landslagið undir fjøllunum gerst nú sjónligari í huganum. Har fer áin rennandi oman gjøgnum báðar botnarnar. Fer so oman gjøgnum gilið og heldur síðani leiðina fram gjøgnum
bø og teigalendi, til hon kemur at urðargrótinum, smoykir sær millum steinarnar og rennur út á sjógvin.
“Nú skal lata brúnna
byggja yvir ánna í dal...”
Tað er, sum hoyri eg gjøgnum sjóvardun og øtlandi
storm eitt endurljóð frá farnum tíðum. Eitt endurljóð frá avgomlum tíðum og hendingum langt, langt burturi. Tó, samstundis er tað, sum hetta sama endurljóð er frá barnaárunum
og heimbygdini. Tað var jú har, ið søgan myndaðist fyri eygunum. Tað var jú har, eg hoyrdi søguna fortalda, og tað var jú har, eg lærdi heimin at kenna. Har spældi eg í morgunroðanum
og sá tindarnar rodna. Har sá eg á vetri brimið í veldigari øði herja á klettin, buldrandi og brúsandi, men har sá eg eisini á sumri sólina klæða tindar og skørð
í skreytbúna, og bøur og hagi sungu fyri mær teir fagrastu sangir og sálmar, og – har hoyrdi eg søguna fortalda.
Nú fara teir ríðandi
yvir um ánna. Fremstur er Rólant – hann reystastur er av dreingjum..- og síðani hinir ellivu tólvjavningarnir aftaná. Har fara teir eftir boðum keisarans at byggja brúnna yvir ánna
í dal. Eg síggi hann fyri mær, keisaran, har hann situr í hásæti sínum, glæstur í gulli, til borðs við monnum sínum og gevur boðini: “Nú skal lata brúnna
byggja....”, og so fara teir, tólvjavningarnir, avstað. Eg síggi teir fyri mær hinumegin áarbakkan, har teir gera seg til at fremja boð keisarans, men verk teirra dylist ikki. Tað frættist frá
ferðum teirra. Tíðindini um, at tólvjavningarnir eru farnir at byggja brúgv um ánna í dal ferðast bæði víða og snarpt. Tað var reysti Angelund kongur, tá ið hann frætti
tað; hann beyð út so miklan her...
Eg steðgi á eina løtu og hugsi ikki tankan at enda, hóast eg væl kenni seinastu regluna í
hesum ørindi. Havi so mangar ferðir áður havt hetta kvæðið á munni, men løtan í dag er serstøk. Tað ræður um at stíga varliga; ikki órógva nakað, nú
vit brátt við eygum skulu skoða tað stað, ið vit í huganum hava myndað okkum so leingi.
Eg hyggi rundan um meg í bussinum eina
løtu. Har sita mínir felagar úr Tøkum Lætt á teimum polstraðu setrunum og skimast eins og eg. Tey flestu sita friðarlig og slota, meðan tey hyggja gjøgnum rútin, onkur hálvdúrar
og hvílir høvdið móti nakkapútuni, og á onkrum setri longri frammi í bussinum hoyri eg lágmælt konufólkaprát uttan tó at skilja, hvat tær tosa um. Alt er júst so,
sum tað skal vera. Ein friðarlig samansjóving av ymiskum fólkum við ymiskari bakgrund og ymiskari tráan, men kortini er tað hesa løtuna ein bólkur av menniskjum við felags stevnu – at vitja á
einum søguljómandi stað uppi millum fjalla í Pýrunéunum.
Nú man tað skjótt fara at verða, at bussurin kemur á staðið,
men framvegis koyra vit fram við trøum og runnum, so ikki kann sigast annað enn, at landslagið her er øðrvísi enn har heima í Føroyum. Onkuntíð er eitt glopp at síggja millum trøini,
og tá sæst týðiliga, at mestsum øll fjallalíðin undir okkum er ein grønur skógarvøkstur. Vegurin er smalur, so stundum toyggja greinarnar frá trøunum seg heilt at bussinum,
so bløðini nerta við rútin. Á einum stað síggi eg nøkur fólk á súkklu. Tey eru ávegis omaneftir. Eg hugsi við mær sjálvum, hvat hesi fólk munnu halda um
okkum, ið koma hesa leið eftir hesum smala vegi við einum stórum bussi, men tað tykist tó ikki, sum tey taka sær stórvegis tikni av tí. Tey fara av vegnum, tá bussurin fer fram við teimum, og halda
so leiðina fram.
Eg lati eyguni hvíla eina løtu og blundi. Tað kann vera svøvnligt at sita leingi í bussi, men hóast tyngd er komin á meg,
so sovi eg ikki. Tað er sum dunið frá briminum har heima ikki vil fara heilt frá mær. Undarligt kanska, at tað er illveður og brim, ið gera vart við seg í huga mínum, nú vit nærkast hesum
staði, tí sanniliga kundi sólin skína, og sjógvurin vera spegilsblankur og durva í kyrru, meðan søgan um Rólant og tólvjavningarnar myndaðist mær fyri eygum har heima. Kortini er tað
sum henda sjóvarilska onkursvegna er eitt undirspæl til hesar hendingar, sum - eins og tónleikurin í einum filmi - byggir upp ein spenning og eina væntan til tað, ið fer at henda.
“Komu nú allir dalar fullir, fjøllini sum grót. Sóu so mangan heidningan at ríða sær ímót.”
Nú fylkist alt á fjøllunum. Oman av Skúvaskarði og oman av Middegi og allan vegin líka norður móti Havnartindi sæst nú
herurin koma. Allir eru teir á hestbaki og vápnaðir til tenninar. Olivar jallur og Rólant eru á vegnum við áarbakkan, tá teir síggja henda øgiliga her, ið Angelund kongur hevur sent móti
teimum. “...Rólant, blás í lúður tín og vita hvussu fer”, hoyri eg Olivar jall siga, men Rólant vil ikki órógva Keisaran, tá herurin ikki er størri enn so, at hann
og hinir tólvjavningarnir fáa bast honum, og løtu seinni hoyrist glintanin av vápnagnýi. Rólant hevur Dýrindal á lofti og vegur heidningar - hundrað um í senn.
Eg síggi, hvussu orrustan leikar á í kinnini við ánna har heima. Hoyri brimdunið blandast við orrustuglintanina og síggi víkina hvíta í skúmi
í baksýni. Sum ein málningur stendur landslagið frá heimbygdini myndað í huganum og er leikpallur fyri hesum øgiliga bardaga, har Rólant og hinir tólvjavningarnir berjast við heidnamannaherin.
Harður er bardagin, men hóast herurin at byrja við er stórur og øgiligur, tynnist skjótt út millum heidningarnar, tá Rólant beinir fyri hundrað monnum í hvørjari sipu.
Eingin kom aftur av øllum teim, heidna manna her, uttan jallin av upplondum, sak var hann ei verð.
Honum var hjálmur av høvdi skorin, høvdu tað menn við orði, átjan hevði hann ólívssár,
hann stóð fyri kongsins borði.
Liðið alt er fallið, og jallurin av Upplondum kærir
sína neyð fyri Angelund kongi, tí ikki hevur alt tað stóra lið av hermonnum fingið lívið av Rólant jalli. Angelund kongur er als ikki nøgdur við hesi tíðindi og sendir út annan
her móti Rólanti og tólvjavningunum øllum. Veldigan og øgiligan her – “Tað skulu ikki fjøllini síggjast, ei himmal í nakra ætt”.
Aftur fylkjast herlið á fjøllunum har heima. Hvør steinur, hvør túgva, hvør tindur er fjaldur av hermonnum,
ið sendir eru út at taka lívið av Rólant jalli, men ikki gongst hesum heri stórt mætari enn tí fyrra. Rólant reiggjar Dýrindal nakrar ferðir, so noyðast teir, ið eftir eru av heidningunum,
at taka til beins.
Nú annar herurin, ið sendir er av Angelund kongi, má lúta fyri Rólanti og hinum
tólvjavningunum, fer eitt lítið sús gjøgnin kroppin. Ein lítil nøtran, sum samstundis er ein samanrenning av øktum spenningi. Triðju ferð, hvussu verður tá? Eg kenni jú søguna
og veit, at nú nærkast hæddarpunktið í kvæðinum. Brimdunið harðnar og brotini gerast størri. Og hvussu verður, tá vit koma á staðið? Tað veruliga staðið, har alt byrjaði?
Enn er bussurin ikki steðgaður á hesum stað, sum er mál okkara í dag, men nú kann tað einans vera fáir minuttir, til vit eru har. Sum vit alsamt nærkast, hugsi eg við mær sjálvum: “Hvussu
man har síggja út?” Tað er væl natúrligt at hugsa so, og eg vil halda, at tey flestu, ið eru við mær á ferðini, hugsa tað sama. Hvussu man har síggja út?
Sjálvur geri eg mær tó ongar tankar um, at tað líkist tí heimliga umhvørvinum. Heldur ikki vænti eg, at tær hugmyndir, eg onkursvegna havi av hesum skarði
í Pýruneunum, eru júst so, sum tað veruliga staðið. Tað er heldur ikki tað, ið hevur størsta týdning fyri meg, men heldur hetta, at nú nærkast vit tí staði, har øll hendan
søgan byrjaði. Henda søga, ið bergtók sinnið longu frá fyrstu stund. Ja, tað er kanska ikki heilt av leið at siga, at tað var longu frá fyrsta lúrðaljóði.
Hornið setti hann á sín munn, tá blæs hann so harðan...
Hin triði og størsti herurin við sjálvum Angelund kongi á odda er nú á veg oman móti ánni, har tóljavningarnir
halda til. Hesin herur man tykjast ógvusligari enn hinir báðir fyrru, tí nú síggi eg Rólant taka lúðurin í hond, seta hann fyri munnin og blása.
Er tað nakað, sum fram um alt annað í søguni um Rólant og tólvjavningarnar, hugtók mítt dreingjasinni, so var tað hetta, hvussu ófatiliga hart Rólant kundi
blása í lúðurin. Eg sá, hvussu bøgarðarnir rapaðu runt alla bygdina. Hvussu portrini klamsaðu upp og aftur, og eg sá drykkirnar spillast niður á borðið hjá keisaranum, har
hann sat í einum húsum heima í bygdini saman við monnum sínum, sum allir máttu halda hvør um annan fyri ikki at snáva á fótum. Eg minnist, hvussu eg ilskaðist inn á vonda Gýðin
jall, sum talaði keisaranum frá at fara Rólanti til hjálpar, hóast Rólant hevði blást í lúðurin, tí hann skuldi einans skemta sær við honum, har hann sat á hesti. Heilar
tríggjar reisur varð Rólant noyddur at seta hornið fyri munnin, áðrenn Keisarin tók boðini í álvara, men tá var orrustan avhæsað. Ógvuslig og øgilig hevði hon verið,
og mangir vóru teir heidningar, ið latið høvdu lív í bardaganum. Í bønum lógu Dosmar Spaki og Langalív, og í einari veit eitt sindur heiman fyri ánna lá kongurin Grandanus
í tógva lutum. Men eisini tólvjavningarnir vóru allir deyðir. Rólant doyr sum tann seinasti av teimum, tá hann blæsur triðju ferð í lúðurin. Eg síggi hann situr har við
ein stein í bønum oman fyri urðina við Óluvant horni og svørðinum Dýrindal í hond.